Høli
Klaksvíkar Billardfelag (K.B.F.) er eitt góðkent ítróttarfelag, ið hevur limaskap í Í.S.F. Eitt av endamálinum hjá KlBF, er at eggja ungum at spæla billard. Við okkara nýggju hølum hava vit nú møguleika fyri at náa okkara máli. Við hesum betrandi hølisviðurskiftum, er tað nú eisini møguleiki fyri at víðka okkara virksemi við einum billardborði afturat, og somuleiðis kunnu vit bjóða teimum íðkandi enn betri umstøður at virka undir.
|