SøganHaldor Holm, sum varð ein av stigtakarunum til at menna føroyska billardspælið, hevði fylt 100 ár í hesum árinum, um hann hevði verið á lívið.
Sum ein minnisvarða yvir slóðbrótandi arbeiðið hjá Haldor Holm fingu billardspælarar í 1989 í lag Haldor Holm Cup. Tað er ein kapping, sum hevur verið livandi síðani. Umframt at spælt verður um at fáa heitið sum landsins besti, verður eisini lagt fyri til tess at fáa sítt navn graverað í risastóra Haldor Holm steypið. Hetta hendir fyri 24. ferð komandi vikuskiftið í nýggja billardhølinum í gamla Klaksvíkar Klubba. Stór eygu Tað vóru stór eygu, sum herfyri fylgdu flutninginum av tveimum risa borðum úr húsum á Nýggjavegi í Klaksvík til eitt annað kent hús í grannalagnum. Talan var um aldargamla og seiga billardborðið hjá táverandi Klaksvíkar Klubba og í dag hjá Klaksvíkar Billardfelag, sum er komið heimaftur í orðsins rætta týdningi. Hóast lítið so man Klaksvíkar Billardfelag vera eitt av teimum mest virknu frítíðarfeløgunum í Klaksvík og heilt greitt sjálvur motorurin í billardspælinum í Føroyum í mong mong ár. Ágrýtnu limirnir hava eisini tryggjað billardspælinum innivist í ÍSF. Nú um dagarnar kundi felagið so flyta úr leigaðu hølunum á Nýggjavegi og aftur til gamla heimstaðið, hølini í Uppsalagøtu, har Klakvíkar Klubbi helt til í eitt mannaminni. Tað var her, at so frægir billardspælarar sum Haldor Holm, Jógvan Vágsheyg, Gothard Olsen, Jógvan á Høvdanum, Kristian Olsen og mangir aðrir traðkaðu sínar billardskógvar – til í dag, har Sonhard Johannessen, Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen eru í velmaktini og bera arvin víðari til komandi ættarlið av billardspælarum. Nýggju hølini teimum er unt at húsast í eru eisini orsøkin til, at billardspæl verður partur av undirvísingini í kvøldskúlanum í Klaksvík komandi ár. Her grør um gangandi fót má sigast. Klaksvíkar kommuna hugsar bæði um vinnuna, mentanina og um ítróttina. Ivasom framtíð men tó.. Um somu tíð sum billardspælinum í Føroyum hevur verið spátt eina ivasama framtíð, tí fleiri av gomlu feløgunum so sum Mimir, Kaggin, Tórshøll, Marinustøðin, Mjørkadalur og Vágs Billardfelag ikki eru til longur, so kemur Klaksvíkar Billardfelag ríðandi við galloppferð og letur upp heilt nýggjar dyr til tann spennandi billardheimin. Og neyvan er nakað at ivast í, at tað er alskurin til hetta edla spæl, sum vit eisini javnan síggja á sjónvarpsskíggjanum, tó sum Snooker, ið heldur øllum gangandi. Mangir og ymiskir hava persónarnir verið rundan um billardborðini kring landið seinastu mongu árini, frá Poul á Borð, Gunder Johanson, Viggo Planck og Eiriki Nielsen hjá aldursforsetanum Havnar Klubba, til kend nøvn í Tvøroyrar og Klaksvíkar Klubba, ið heldur ikki eru millum okkum longur. Men maður kemur í mans stað verður sagt, og tað er eisini veruleiki í føroyska billardheiminum, har fleiri nýggir spælarar gera seg galdandi við framúr góðum spæli. Eldsálirnar Men einki billard uttan eldsálirnar handan leiktjøldini, og uttan at taka nakað frá øðrum billardplássum kring landið, so er ikki ov nógv gjørt av, tá vit nettupp í hesum døgum peika á júst Klaksvíkina, sum tað føroyska billardmekkaðið. At trúføstu billardfólkini í Klaksvík nú kunnu venda heimaftur og aftur merkja angan av billardkriti og larmin av fallandi keylum er einki minni enn eitt kærkomið bragd, um ein so kann siga. At Klaksvíkar Kommuna, sum hevur tikið sær av hølunum og nú latið dyrnar upp fyri billardspælinum, er eitt stig, sum allir billardsspælarar kring Føroya land fegnast um. |
Høvuðsmynd:
Eitt ferðalag, sum fór til Danmarkar at dystast við Haldor Holm sum ferðaleiðara. Haldur Holm við Billardborði
|